Í kvøld hittust liðini hjá Óla Mittún og Pauli Jacobsen, GOG og HØJ í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini, ið var spældur í Svendborg.
Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum var HØJ á odda 28-27, men við einum flottum endaspurti eydnaðist tað GOG at vinna dystin 32-29. Í steðginum var HØJ á odda 16-13.
Óli skoraði fimm mál, legði upp til fimm mál, og hann vann liðnum tvey brotskøst. Pauli slapp nærum ikki upp í part. Hann kom inn til eina brotskastsstøðu. Annars var tað Till Klimpe, ið vardi málið hjá HØJ.
GOG er fjórðfremst í deildini við átta stigum fyri seks dystir. HØJ er næstaftast við tveimum stigum fyri seks dystir. Aalborg er fremst við 10 stigum fyri fimm dystir.