HB boðar nú frá, at felagið og André Olsen hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Nýggi sáttmálin ber við sær, at André Olsen eisini í 2026 og 2027 verður venjari hjá Havnar Bóltfelag.
Tíðindini koma ikki óvæntað. Tað hevur verið bíðað eftir teimum í fleiri vikur.
Síðani André Olsen tók við sum HB venjari í mai hevur felagið ongan dyst tapt í heimligu landskappingini.
Higartil hevur André havt ábyrgdina í 18 dystum. HB hevur vunnið 12 dystir, fimm ferðir er tað endað javnt, og so tapti HB 1-0 í UEFA Conference League á Brøndby stadion.
Næsta avbjóðingin hjá André Olsen og HBverður í annaðkvøld, tá ið barndómsfelagið hjá venjaranum B68 verður gestur í Gundadali.
##med2##