Tíðindaskriv, Heilsumálaráðið:
Tørvurin á nýggjari kommunulæknaviðtalu er størstur í Tórshavn. Í dag eru útvið 800 borgarar í Havn, sum ikki hava fastan kommunulækna. Samanborið við restina av landinum er miðaltalið av borgarum fyri hvørja viðtalu hægst í Heilsuøki 4, ið fevnir um Havnina og Sandoynna. Tí er gjørt av, at nýggja kommunulæknaviðtalan skal vera í Tórshavn.
– Tað er alneyðugt at seta eina nýggja kommunulæknaviðtalu á stovn í Tórshavn, har tørvurin er størstur, og har alt ov nógvir borgarar í dag standa uttan fastan kommunulækna. Hetta er eisini ein liður í at styrkja heilsutænasturnar í nærumhvørvinum sum heild og at tryggja, at vit koma nærri tí málinum, at hvør kommunulækni hevur ein hóskandi stóran borgaraskara knýttan at sær. Soleiðis tryggja vit bæði borgarum og læknum betri umstøður, sigur Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna í heilsumálum
At seta fleiri kommunulæknaviðtalur á stovn, er ein liður í arbeiðinum at styrkja og framtíðartryggja heilsutænasturnar nær borgarunum. Endamálið við nýggju Løgtingslógini um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarum, er at veita fólki fleiri og betri heilsutænastur kring landið, og so nær teimum sum møguligt.