Bókin er givin út á Námi og er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og øðrum, ið tørva eina innleiðslu til evnið.
Í hesum sambandi verður almenn bókaframløga týsdagin 7.oktober kl. 15:00 á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.
Ritstjóri og starvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini halda røður, og síðani verður høvi at heilsa upp á høvundin og ogna sær bókina. Eisini verður kaffi og okkurt afturvi
Stjórnmálafrøði er lærugreinin um politiskt virksemi; um stýrisskipanir og politiskar tilgongdir; um politiskar hugsjónir og um vald at seta politisku kósina og stýra.
Bókin greiðir í stuttum frá høvuðsrákum í politiskari gransking. Kjarnuhugtøk verða lýst, og víst verður á ymiskar grundir til politiskar trupulleikar. Politikarar, tíðindafólk o.o. brúka hesi hugtøk, og tey halda seg ofta til felags fatanarkarmar.
Grundvøllurin í einum fólkaræði er politiskt kjak, men viðhvørt kann tað vera trupult at skilja og meta um dagsins fløktu politisku støðu. Henda innleiðslubók gevur eina fatan av málburði og ymiskum hugsanarháttum í politikki.