Zelenskyj verður í Keypmannahavn í dag

Næstan 50 evropeiskir leiðarar eru í hesum døgum í danska høvuðsstaðnum

Í dag fer ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at hitta evropeiskar leiðarar í Keypmannahavn.

 

Tað sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sambært Reuters.

 

Næstan 50 evropeiskir leiðarar eru í hesum døgum í danska høvuðsstaðnum.

 

Teir fundast í evropeiska felagsskapinum, sum verður róptur EDF.

 

Hetta er tann parturin av ES, sum arbeiðir fyri at fyribyrgja stríð, tryggja frið og styrkja altjóða trygd.