Tíðliga gjáramorgunin vóru boð eftir løgregluni av Landssjúkrhaúsinum at fáa ein druknan mann av sjúkrahúsinum. Hann hevði verið til viðgerð, men vildi ikki fara avstaðaftur, tá hann var liðugur, og var til ampa á sjúkrahúsinum.
Aftur í morgun vóru boð av Landssjúkrahúsinum eftir sama manni, og tí mátti løgreglan enn einaferð burturvísa mannin av Landssjúkrahúsinum.
Í gjár vóru eisini boð eftir løgregluni eftir einum druknum manni, sum ikki vildi úr einum bussi á Oyrarbakka.
Og stutt fyri midnátt vóru aftur boð av Landssjúkrahúsinum eftir einum fullum manni, sum ikki vildi fara av sjúkrahúsinum. Løgreglan fór á staðið og fekk mannin burtur.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini, so hevur Landssjúkrahúsið trupulleikar av ávirkaðum fólki, sum koma inn, eru til ampa og ikki vilja fara útaftur.