Tíðindaskriv:
Reyði Krossur Føroya bjóðar øllum áhugaðum vælkomnum á kunningarfund hóskvøldið 2. oktober kl. 19:00 í hølunum hjá Reyða Krossi, Stiðjagøta 6, Tórshavn. Um tú ikki hevur møguleika at vera til staðar, so verður fundurin eisini stroymdur á netinum.
Á fundinum fara vit at greiða frá um aljtóða starvið, sum er leyst at søkja hjá Reyða Krossi, og møguleiki verður at seta spurningar.
Eisini fer Sanna Nolsøe Djurhuus, sum í tvey ár arbeiddi fyri Reyða Kross í Malavi, at greiða frá sínum royndum sum útsend í suðurafrikanska landinum - hon fer at millum annað at fortelja, hvussu tað er at arbeiða fyri Reyða Kross úti í heimi, og hvat hon sjálv fekk burturúr.
Kunningarfundurin vendir sær til øll, ið hava áhuga ella spurningar um starvið.
Les meir um starvið og finn leinkjuna til stroyming á heimasíðuni:
https://redcross.fo/humanitarianprofessional
Verið vælkomin!