Alfred nýggjur formaður í ALS stýrinum

Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur tilnevnt nýtt stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina.

Nýggja ALS-stýrið tók við 1. oktobur 2025 og skal komandi fýra árini sita fyri og hava ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini. 

 

Stýrið hevur tilsamans sjey limir; seks eru valdir eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, meðan formaðurin er valdur uttan tilmæli. Harumframt eru varalimir tilnevndir.

 

Hesi eru limir og varalimir í ALS-stýrinum:

 

Stýrisformaður og varastýrisforkvinna:

 

  • Alfred Petersen, advokatur, stýrisformaður
  • Doris Bjarkhamar, ráðgevi, varastýrisforkvinna

 

Umboðandi løntakarafeløgini fyri tímalønt:

 

  • Elin Sørensen, næstforkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, stýrislimur
  • Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, varastýrislimur

 

Umboðandi løntakarafeløgini hjá fiski- og útróðrarmonnum:

 

  • Birgir Waag Høgnesen, starvsfólk Føroya Fiskimannafelag, stýrislimur
  • Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, varastýrislimur

 

Umboðandi løntakarafeløgini hjá starvsfólkum:

 

  • Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stýrislimur
  • Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, varastýrislimur

 

Umboðandi privatu arbeiðsgevararnar:

 

  • Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, stýrislimur
  • Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, varastýrislimur
  • Rósa Olsen, umsitingarleiðari hjá Framherja, stýrislimur
  • Stefan í Skorini, stjóri hjá Reiðarafelagnum, varastýrislimur

 

Umboðandi tað almenna sum arbeiðsgevara:

 

  • Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, stýrislimur
  • Anita Fuglø, stjóri í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, varastýrislimur

 

ALS-stýrið verður valt sambært § 4 í ALS-lógini og sambært kunngerðini um val av stýri fyri arbeiðsloysistryggingina og arbeiðsávísingina.