At skriva og halda talur um samfelagsmál er eitt sindur sum at prædika. Sumt endar í gaddajørð, sumt millum tornir – men sumt endar í góðari jørð og ber ávøkst.
Eg fekk eitt so deiligt dømi um tað í vikuni.
“Tú mást koma til framløguna av míni nýggju bók”, hevur Bertel Haarder sagt og skrivað fleiri ferðir farnu tíðina.
Framløgan var týsdagin, og tá skilti eg, hví hann vildi hava meg at koma. Í fyrsta kapitli endurgevur hann úr eini av mínum røðum á fólkatingi, og brúkar tað sum grundarlag undir onkrum av tí, hann sjálvur sigur. Ávøkstur av besta slag.
Bertel Haarder havi eg kent í nógv ár. Bæði sum ein sera góðan og hjálpsaman starvsfelaga á Fólkatingi, og gjøgnum bæði politiskar og heilt persónligar samrøður.
Hann kennir eisini væl fleiri aðrar føroyingar, og tekur ofta til hvussu nógv hann heldur av okkara samfelag.
Eingin í søguni hevur verið so leingi ráðharri í Danmark sum hann, og fá hava myndað samfelagið so nógv sum hann. Ikki minst eigur hann stóran heiður av, at danski útlendingapolitikkurin bleiv táttaður meðan tíð var, og landið ikki endaði í somu katastrofu sum t.d. Svøríki. Ágangurin á hann var øgiligur – men í dag takka øll honum. Tað skulu vit eisini gera, tí donsk útlendingamál ávirka okkum. Ert tú ríkisborgari har, ert tú tað eisini her.
Nýggja bókin er fyrst og fremst ein áminning um, at frælsi bara er ein karmur. Skal frælsi geva meining, mugu vit fylla tað við ond. Við virðum. Felagsskapi. Mentan. Ordiligheit. Sínámillum áliti og virðing. Og vit mugu eisini virða okkara kristna arv – um vit eru trúgvandi ella ei. (Sjálvur sigur Bertel at hansara trúgv er lítil og ivin er stórur. Kristni siðaarvurin er kortini púra avgerandi).
Hann langar eisini til. Ikki bara eftir Putin og islamistiskum óndskapi, men eisini teimum populistum, sum oyðileggja frælsið innanífrá. Teir eru t.d. Trump, Netanyahu, Orban, Farage – og so teir “hentu idiotar”, sum stuðla teimum.
Hann húðflettir mentanarleysu kapitalistarnar, sum bara hava dollartekin í eygunum og halda seg hava rætt til alt, so leingi teir ikki bróta lógina. “Og hvat vilja teir við øllum hasum pengunum?” spyr hann og vísir á, at tað eru ikki sosialistarnir, sum hótta marknaðarbúskapin, men teir spekulantar, sum í grammleika eftir mammon svíkja álitið millum fólk.
Hann kritiserar sjálvandi eisini tápulig rák á vinstravonginum, har eftirlæti móti islamismu, identitetspolitikkur, dyrking av offurleiklutinum og alt woke-tvætlið av røttum styggir fólk, og soleiðis gevur ytsta høgravonginum alt ov lætta atgongd til maktina.
Men fyrst og síðst er hetta ein vónrík bók, sum minnir okkum á, at felagsskapur og ond er tað, sum heldur samfelagnum saman.
Hon er skrivað til danskar lesarar – men hon er líka sonn her. Tað eru jú heldur ikki lógir og reglur og pengar sum halda okkara samfelag saman. Sum Heðin Brú segði: Vit byggja ikki Føroyar av praktiskum ávum. Snúði alt seg um rationalitet, vóru vit øll langt síðani flutt.
Tað er ondin sum ger, at vit yvirliva sum samfelag. Hvat ondin er, gevur mín góði vinur Bertel eitt gott boð uppá.
Besta viðmæli higani.
Eitt afturat: Maðurin er 80 – og hevur livað meira intenst enn tey flestu! Hann veit, hvat hann tosar um.