Fyrrverandi løgmaður skal innvíga WC á Skála

Borgarstjórin í Runavík hevur heitt á Kaj Leo Holm Johannesen um at innvíga WC við fótbóltsvøllin á Skála

Tað skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook í dag.

Hann skrivar soleiðis:

– Borgarstjórin í Runavík skrivaði til mín í dag, og vit avtalaðu í telefon hósdagin í næstu viku kl 11.

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, sum greiðir frá, at Tórbjørn Jacbsen hevur sagt honum, at tey hava gjørt eitt nýtt nátthús/WC við fótbóltsvøllin undir Mýrihjalla á Skála. Sunnanfyri skýlið.

– Av einslistum hava vit roynt at gjørt tað so høgligt fyri tey sum eru avmarkað í rørsluførleika. Kundi hugsað mær at tú komst inn á Skála onkran dagin fyri at innvíga hølini og atkomuna, eisini fyri at seta ljós á hetta sum tú stríðist fyri og við. Um tú heldur hugskotið vera gott, fær tú so sett eina tíð? Tín er avgerðin, skrivar Tórbjørn Jacobsen til Kaj Leo Holm Johannesen.

– Sjálvandi fari eg umboðandi áhugafelagið, 'Koyristólur skerdur førleiki', fyrst Skála síðani allar Føroyar, takk fyri Torbjørn við manning, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.