Í fjør var tað klassikarin Klintrimús og hini dýrini úr Vallbakkaskóginum, sum setti met í forsølu, og síðani megnaði at selja metnógv atgongumerki. Hesa ferð er tað søgan um Palla Halaleysa, sum er týdd, og øll, sum eru við, tosa nú sum vit – føroyskt.
Filmurin hevur einki aldursmark, og hann egnar seg tí væl til øll børn og barnsligar sálir.
Palli Halaleysi verður sýndur í biografinum frá 9. oktober og verður sjálvandi eisini sendur í sjónvarpinum og tøkur á pallum Kringvarpsins seinni í ár.
##med2##
Klassisk bókarøð úr Svøríki
Filmurin um Palla Halaleysa frá 2020 byggir á kendu barnabøkurnar hjá Gösta Knutsson, sum komu út frá 1939 til 1972. Flestu søgurnar ganga fyri seg í stórbýnum Uppsala, har Knutsson sjálvur var lesandi, og nógvar av lýsingunum av kettunum í bókunum byggja á veruligar býarmyndir úr Uppsala.
Bøkurnar vóru av nógvum sæddar sum mótmæli móti nationalsosialismuni, sum herjaði í Svøríki undir øðrum heimsbardaga.
Tær eru síðani týddar til fleiri mál, og eisini gjørdar til film.
Seinastu tíðina hevur Kringvarp Føroya arbeitt við at týða, taka upp og leggja røddir á filmin, so allar ketturnar nú tosa, sum VIT gera – okkara mál, føroyskt. Filmurin er væl gjørdur og hevur góðan boðskap. Gösta Knutsson var skemtiligur maður, og vit fara helst at síggja okkurt aftur í kettunum frá fólki, vit kenna.
Føroyska framleiðslutoymið hevur lagt seg eftir at hava gott føroyskt mál, so allar løður og frensar, hundar og onnur, sum eru við, tosa okkara mál og málføri. Í stórbýnum eru nógv ymisk málføri, og so hava onnur síni eyðkendu málføri. Palli Halaleysi er norðoyingur, tað eru bóndin og revurin eisini. Í stórbýnum eru tilflytarar allastaðni frá, eins og vit kenna væl til her hjá okkum, ja, bæði úr Suðuroy, Vágunum, Sandoynni og Nólsoy og eisini úr Havn.
Filmurin kann eisini líknast við sangleik, tí fleiri sera góðir sangir eru við. So tað kunnu vit eisini gleða okkum til at hoyra.
– Við Palla Halaleysa fáa vit enn ein góðan familjufilm á føroyskum máli, sum vit í Kringvarpinum eru sera fegin um at bjóða børnunum. Tað er týdningarmikið, at børn í Føroyum kunnu uppliva góðar søgur á egnum máli, tí tað styrkir bæði málið og mentanina, sigur kringvarpsstjórin, Magnus Dam.
##med3##
Hetta er ein søga um vinalag og at finna sínar røtur. Um at góðtaka hvønn annan júst so, sum vit eru – um vit hava hala ella eru halaleys.
Filmurin snýr seg um at vera fitt og vinalig hvør móti øðrum hóast goyggjandi hundar, og gjøldur verður gjørt burtur úr tær.
Birgitta og familjan eru farin í summarhús, og frá bóndanum fær hon ein fittan, lítlan kettling – við ongum hala. Birgitta og Palli verða skjótt bestu vinir, men í illveðrinum dettur Palli í ánna, og fer rekandi avstað allan vegin inn í býin. Hann er so bangin og leingist illa eftir síni Birgittu, men so hittir hann Maju. Maja er ein blíð og týð ketta, sum tekur væl ímóti Palla og vísir honum runt í býnum. Har møta tey mongum øðrum kettum – nakrar eru fittar, og nakrar ikki so fittar, serliga ikki Mons, sum er rættiliga ráðaríkur. Hóast Palli hevur tað gott saman við Maju og hinum kettunum, leingist honum framvegis heim – og eftir Birgittu. Men um tað eydnast honum, fer filmurin at vísa okkum.
Framleiðsla og røddir
Upptøkur: Høgni Fagraberg
Leikstjórn: Páll Danielsen
Røddir: Hans Andrias Jacobsen, Sanna Bæk Hoydal, Edvin H. Niclasen, Glóð D. Persson, Eyðbjartur S. Skaalum, Árni Jóhannessson, Hans Tórgarð, Jákup Veyhe, Nicolaj Falck, Ann Chanett Danielsen, Ranja Eir Majbrittardóttir, Hans Pauli Tórgarð, Bjørn M. Mohr, Sasho Bjartsson, Noomi Reinert, Ria Tórgarð, Brimir B. Bjarnason, Kjartan Hansen, Sofía N. Mikkelsen o.fl.
Mál: Føroyskt
Longd: 1 tíma og 7 minuttir
Á føroyskum: 2025
Atgongumerki, 75 kr., kunnu keypast á heimasíðuni hjá Havnar bio.