Fyrrverandi forseti dømdur til deyða

Ein hernaðardómstólur heldur, at Joseph Kabila er sekur í eitt nú landasviki, krígsbrotsverkum og píning

Fyrrverandi forsetin í Kongo, Joseph Kabila, er dømdur til deyða av einum hernaðardómstóli í landinum.

 

Tað veit tíðindastovan AFP at siga í kvøld.

 

Rætturin heldur, at fyrrverandi forsetin er sekur í eitt nú landasviki, krígsbrotsverkum og píning.

 

Sagt verður, at Joseph Kabila var ikki í rættinum, tá dómurin fall, og miðlarnir vita ikki at siga júst, hvar hann er.

 

Le Monde skrivar, at fyrrverandi forsetin vísti seg alment í mai í økjum í Kongo, har hernaðarbólkurin, M23, hevur valdið.

 

ST sigur, at M23 verður stuðlaður úr Rwanda. Joseph Kabila var forseti í Kongo árini 2001 til 2019.

 

- Flokkurin hjá fyrrverandi forsetanum sigur, at rættargongdin hevur verið politisk, veit Le Monde at siga.