Næstan allir føroyingar taka telefonina við í song

Sambært nýggjari kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Betri Trygging, siga 73% av føroyingum seg hyggja ov nógv í skíggja

Kanningin er liður í stórum átaki, sum fer út í næstum, har ið Betri Trygging varpar ljós á skíggjavanar hjá fólki.

 

Hevur tú telefonina frammi, tá ið tú situr til borðs, og tekur tú hana eisini við tær í song? So ert tú ikki tann einasti. Tað er ein stórur meiriluti av føroyingum, sum viðganga, at telefonin fyllir ov nógv í gerandisdegnum. Hetta vísir nýggj kanning, sum Betri Trygging hevur latið gjørt.

 

Føroyingar sova við telefonini

 

Í kanningini, sum varð gjørd í september, vórðu 500 føroyingar spurdir. Hetta er fyrstu ferð, at roynt verður at kortleggja skíggjavanar hjá føroyingum. Og myndin er greið: Skíggin er farin at fylla ein stóran part av gerandisdegnum hjá føroyingum:

 

91% hava telefonina við sær í song.

 

64% kanna telefonina á miðju nátt.

 

Hetta hevur eina neiliga ávirkan á svøvnin, sum er ein týdningarmikil grundarsteinur fyri, at kroppurin virkar, sum hann skal. Bláa ljósið frá skíggjanum mótvirkar framleiðslu av melatonin, og tað ger tað truplari hjá okkum at sovna.

 

– Skíggjar eru hentir, men teir skulu ikki stýra okkara gerandisdegi. Tølini frá kanningini vísa greitt, at skíggjanýtsla er vorðin eitt mál, sum má takast í álvara, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

 

Føroyingar eru vorðnir minni sosialir

 

Kanningin er á sín hátt slóðbrótandi, tí higartil finnast eingi hagtøl fyri skíggjavanar hjá føroyingum. Umframt neiligar svøvnvanar vístu hagtølini greitt, at skíggin ávirkar ta sosialu samveruna:

 

73% vildu ynskt, at tey nýttu skíggjan minni.

 

75% hava telefonina frammi á borðinum, tá ið tey eta.

 

42% siga seg vera minni sosial í dag enn fyri 10 árum síðan.

 

Bert 15 % hava skíggjapolitikk.

 

Vika 44 verður “Nærveruvika”

 

Betri Trygging er farið undir eitt øðrvísi átak, har ið ljós verður varpað á hendan trupulleikan. Skipað verður fyri eini sokallaðari “Nærveruviku”, har ið dentur verður lagdur á nærveru og samveru, og hvussu vit kunnu nýta skíggjan minni.

 

Tað er vika 44, sum verður karmur um átakið, og á skránni verða ymisk kunningarátøk umframt fyrilestrar um evnið.

 

Betri Trygging hevur í hesum sambandi eisini heitt á fólkaskúlar, miðnámsskúlar, ítróttafeløg, kommunur, almennar stovnar og fyritøkur um at luttaka í Nærveruvikuni. Átakið kom sum kallið, tí undirtøkan er góð: Nærum 10.000 næmingar fara at luttaka í Nærveruvikuni.

 

- Vit kenna tað sum eina samfelagsábyrgd, at ein stór tryggingarfyritøka sum Betri Trygging luttekur í fyribyrgjandi arbeiðnum at fremja betri sálarliga heilsu, sigur forstjórin í Betri Trygging, og leggur hon afturat, at ætlanin er, at hetta verður eitt afturvendandi átak á hvørjum ári.

 

Betri Trygging heitir í sama viðfangi á fólk og arbeiðspláss, sum hava hug at luttaka í Nærveruvikuni ella hava góð hugskot til átakið, um at venda sær til Betri Trygging.