Viga og máta og veita ráðgeving um brótageving

- Møguleiki er at viga og máta barnið og at fáa vegleiðing um bróstageving, siga tey í Gigni

Gigni hevur "opið hús".

 

Soleiðis kallast eitt av átøkunum hjá Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung.

 

Tiltakið "opið hús" verður veitt á Landavegi 30 í Havn seinnapartar mikudagar eftir einari lagdari skrá, og hetta er í tímunum millum klokkan 13 og 15.

 

- Her er møguleiki at viga og máta barnið og at fáa vegleiðing um bróstageving. Eisini ber til at ringja mikudag seinnapartar, verður sagt á heimasíðuni.

 

Tað er Durita Restorff, heilsufrøðingur, sum hevur opið hús í Gigni.

 

Hon hevur nógvar royndir sum heilsufrøðingur og hevur eina serútbúgving innan bróstageving, sum verður kallað IBCLC. 

 

Meira um hetta kann lesast um heimasíðuna - www.gigni.fo 

 

- Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð, men tað er gott at koma í góðari tíð, og opið hús verður hesar dagar fyri jól, millum klokkan 13 og 15:

 

8. oktober 

15. oktober (heystfrí)

22. oktober

29. oktober

5. november

12. november

19. november

26. november

3. desember

10. desember

17. desember