Gjáramorgunin tók løgreglan ein bilførara við Áir, sum varð máldur at koyra 116 km um tíman. Tað trekt verður frá fyri óvissu kemur tað niður á 112 km um tíman, sum framvegis er somikið nógv, at tað kostar eina treytaða frádøming av koyrikoritnum umframt bót.
Løgreglan tók eisini ein annan bil í Sunda kommunu, har staðfest var, at hann koyrdi 113 km um tíman. Hann fær somu revsings, treytaða frádøming av koyrikortinum og eina bót.
Í Hoyvík var ein bilførari steðgaður og skrivaður fyri at tosa í handhilndari fartelefon. Tað far hann bót fyri eins og klipp í koyrikortið.