Í gjár skrivaðu HB og André Olsen undir nýggjan sáttmála, sum eg galdandi fyri tvey tey næstu árini, og í kvøld vann HB stórsigur á heimavølli. Úrslitið ímóti B68 var 5-1. Hetta var seytjandi landskappingardysturin hjá André Olsen, sum higartil ikki hevur tapt í landskappingini. Úrtøkan higartil er 13 sigrar og fýra javnleikir.
Inntil ein tími var farin, stóð tað á jøvnum 1-1.
Fyri fyrstu ferð síðani Fróði Benjaminsen tók um stýrisvølin á Svangaskarði, varB68 í Gundadali, og leingi gekk tað væl.
18 ára gamli Djóni Samuelsen, sum fyrr í ár flutti úr HB og til B68, legði toftamenn á odda, tá ið eitt korter var farið. Hetta var fjórða málið hjá honum í B68 troyggjuni – trý í landskappingini og eitt í steypakappingini – og tað var Sebastian Lau Nielsen, sum átti uppleggið.
B68 leiðslan helt í sjey minuttir.
Higartil í ár hevur Dan í Soylu ikki átt tann leiklut á HB liðnum, sum hann fyri tað mesta hevði, áðrenn hann í fjør fór til Klaksvíkar. Í kvøld var hann millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri álitið við at vera tvífaldur málskjútti. Hann javnaði til 1-1 eftir stórt kiks í B68 verjuni, og í 82. minutti økti hann um leiðsluna til 4-1.
Aftur í kvøld var Emil G. Pedersen málskjútti, tá ið hann úr eitt sindur spískum í vinstru heilfluktaði bóltin í handara síðunetið. Tað var í 61. minutti, og tað var Ási P. Dam, sum átti uppleggið.
Málið sá út til at taka luftina úr toftamonnum, sum inntil tá høvdu verið væl skipaðir, ágrýtnir og í løtum eisini hugflogsríkir. Sammy Skytte, sum seinastu ferðirnar ikki hevur verið við, tí hann hevur verið skaddur, varð skiftur inn stutt eftir, at HB hevði lagt seg á odda 2.1, og hann skoraði til 3-1 eftir upplegg frá Noah Mnenéy. So var tað, at Dan í Soylu skoraði til 4-1, og aftur var tað Ási P. Dam, sum átti uppleggið. Sammy Skytte átti uppleggið, tá ið innskifti Bartal Páll Klein tveir minuttir undan leikloki staðfesti 5-1 sigurin.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at HB framvegis er tvey stig aftanfyri NSÍ, sum í 26. umfari verður gestur í Gundadali, áðrenn HB í síðsta umfari fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.