Claus og Simon halda fram sum landsliðsvenjarar

Sáttmálin er longdur til 1. januar 2028

Mynd: HSF

HSF skrivar:

 

- Claus og Simon halda fram

 

Sáttmálin við A-landsliðsvenjararnir hjá kvinnum, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, er longdur til 1. januar 2028.

 

Hetta merkir, at Claus Leth Mogensen, høvuðsvenjari, og Simon Olsen, hjálparvenjari, koma at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum til tvær tær næstu undankappingarnar og møguligu endaspølini, EM í 2026 og HM í 2027.


Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, viðmerkir til sáttmálan, ”at menningin og úrslitini hjá A-landsliðnum hjá kvinnum undir leiðsluni hjá Claus hava verið sera góð. Teir førdu føroyska kvinnulandsliðið til EM-endaspælið í Sveis í 2024 og nú til HM-endaspælið í 2025 í Týsklandi. Alsamt fleiri leikarar spæla á hægri stigið og eru áhugin fyri landsliðnum og føroysku leikarunum vaksin nógv seinastu árini. Spennandi avbjóðingar standa fyri framman hjá Claus og Simon við landsliðnum, EM-undankappingin byrjar nú aftur oktober og síðani verður HM-endaspælið í november og desember.”

 

Claus Leth Mogensen og Simon Olsen tóku upprunaliga við venjarastørvunum í 2023. Skrivar HSF.

 

Mynd: HSF