Í stuttum ber til at siga, at ósemjan í málinum í dag var um, hvussu stórt inntøkutapið hjá Jógvan S hevur verið. Endurgjaldið, sum Jógvan Páll Lassen, advokatur, metir, at reiðaríið hjá Jógvan S hevur rætt til, er onki minni enn 10,7 milliónir krónur.
Hetta grundar hann á ymsar útrokningar, har átta milliónir eru roknaðar sum mistar inntøkur í framtíðini, og hinar 2,7 milliónirnar eru mistar inntøkur í meðan báturin lá.
Framtíðar inntøkumissurin á átta milliónir er roknaður á, at eitt fiskiloyvi er galdandi í 10 ár, og avkastið hjá Jógvan S er sett at vera áttahundraðtúsund krónur. Jógvan S var fyrst lagdur, og síðani vóru eigararnir noyddir at selja bátin. Tískil mistu fingu teir ikki tær inntøkurnar teir høvdu roknað við, og harav kemur stóra endurgjaldskravið.
Komu í ringt orð
Alt rokilsi um Jógvan S ger, at teir koma í eitt ringt orð. Í miðlunum verður nógv gjørt burtur úr, og tosað verður um, at Jógvan S fer at missa fiskiloyvi - sum teir so eisini gera seinni. Hetta hevur við sær, at manningarliga útskiftingin á bátinum er stór, og teir sum eru umborð byrja at leita eftir øðrum kjansum, og tað ikki lætt at fáa fólk til bátin, nú framtíðin hjá Jógvan S bráddliga ikki sær so bjørt út.
Tá eigararnir keyptu Jógvan S æt skipið Ågot, og var prísurin ein millión krónur. Ågot var í so mikið ringum standi, at neyðugt var við ábótum og umvælingum fyri nakað sum er mett at vera eitt stað ímillum 1,5 og 1,8 milliónir. Men so er tað, at málið um fiskiloyvi verður drigið fram, skipið verður lagt, og seinni selt fyri 5,4 milliónir krónur. Sølan var gjørd, fyri at bjarga reiðaríðnum undan einum húsagangi, og hevur reiðaríið framvegis stóra skuld at dragast við.
Góðtakur 2,5 milliónir
Sum sagt, so krevur reiðaríið hjá Jógvani S krevur eitt endurgjald uppá 10,7 milliónir, har átta milliónir stava frá mistum framtíðarinntøkum. Tað var Jørgen Niclasen var sum gav fiskiloyvi til Jógvan S. Jacob Vestergaard tók tað síðani aftur, og Bjørn Kalsø sum er landsstýrismaður í Fiskivinnumálum nú, hevur góðtikið eitt endurgjald áljóðani 2,5 milliónir. Hann kann ikki góðtaka kravið uppá 10,7, tí at hann metir, at reiðaríið hevur fingið mistu framtíðar inntøkurnar aftur við søluni av Jógvan S.
Tá blaðið fór til prentingar í dag, var rættarfundurin ikki liðgur, men dómur fellur í málinum seinni.