Sólin skínur á KÍ í mjørkanum í Klaksvík

Aftur í kvøld var Árni Frederiksberg høvuðsleikari, tá ið FM favorittarnir við sannførandi avriki vunnu seg víðari í Europa

Mjørkin liggur í kvøld sum ein dýna millum Kjøl og Háfjall. Hann spælir sær kring og á vøllinum á á Eiðinum millum Uppsalar og Vágsheyg og á hinari síðuni Gerðareið.

 

Nú hevur pólski dómarin bríkslað fyri síðstu ferð, og lagið í heimaleguni er sera gott.

 

Máltalvan vísir 2-0, og harvið hevur KÍ við 4-1 samantaldum sigri vunnið seg víðari í Europa Conference League. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Sigurin ber við sær, at KÍ nú fer til Serbia at royna seg. Talan er um stórt avrik av góðum KÍ liði, tí mótstøðuliðið er tað sum í løtuni er tað besta í finsku kappingini.

 

Undan steðginum vóru tað nógvir tvídystir og nógvar langar sendingar. Finsku gestirnir vóru kanska meiri á bóltinum, men teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

Hjá KÍ var tað stórur hvøkkur, tá málverjin Mark F. Jensen eftir hálvan tíma varð borin av vøllinum. Tað var eftir samanbrest við álopssplælara. Sebastian Linnet John verður roknaður at vera skikkaður eykamaður, og tað vísti hann seg at vera.

 

Eftir steðgin fekk KÍ so við og við betri tak á fótbóltsspælinum, og í verjuni vóru Deni Pavlovic Odmar Færø og Gaston Nicolas Tellechea sannir klettar.

 

Finsku gestirnir kendust ikki hava hugflog at mynda álop, heimamenninir vunnu alt fleiri nærdystir, og tá ið ein stórur tími var farin, eydnaðist tað at fáa hol á. So var eingin ivi um, at royndu og stinnu heimamenninir fóru at vinna. KÍ hevði bóltin og spældi, meðan mótleysu mótstøðumenninir royndu at renna aftaná.

 

Eitt stórt korter undan leikloki varð støðan 2-0, og so dusaðu tey kring vøllin sær, og á vøllinum sóu tey heimamenninar vera fokuseraðar og spæla við stórum sjálvsáliti.

 

Árni Frederiksberg skoraði fyrra málið, og hann átti uppleggið til 2-0 málið.

 

Í fyrra førinum var tað eftir kiksaða roynd frá Jóannesi K. Danielsen. Bólturin endaði hjá Jákupi B. Andreasen, og liðformaðurin legði snilt bóltin eitt sindur í høgru til Árna Frederiksberg, sum smekkaði til og so var 1-0.

 

Í seinna førinum var tað Árni Frederiksberg, sum við horna úr høgru legði innfyri, og í klassiska stílinum var tað Páll A. Klettskarð, sum frammanfyri nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í netið, meðan finnlendingarnir iðraðu seg, tí akkurát hesa støðuna hava teir á upptøkum sæð KÍ so ofta fáa mál í.

 

Um eina viku fer KÍ at spæla í Serbia, og tá fer HB klokkan 19.45 at spæla á heimavølli ímóti Brøndby.

 

 

 

KÍ – SJK Finnland 2-0 (0-0)

 

1-0: Árni Frederiksberg 61.

 

2-0: Páll A. Klettskarð 73.

 

Dómari: Wojciech Myc úr Póllandi kl. 19.45

 

KÍ samantaldur vinnari við málmuninum 4-1

 

KÍ: Mark F. Jensen (Sebastian Linnet John, 31.) – Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Nicolas Tellechea – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð (Filip Brattbakk, 92.), Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 82.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Robert Williams, Jonn Johannesen, Daniel Johansen, Dávid B. Andreasen, Martin Rodrigo Gonzalez, Gilli Róltantson Sørensen, Claes Philip Kronberg

 

Gult kort: Magnus Powell (venjarin)

 

Venjari: Magnus Powell