Vavað lótu Fjósið upp við heilaroti

Heilarot, ljóðbrot og fragmenteraðar myndir. Tað var veruligt postmoderniskt avantgarde, tá føroyski tvíbólkurin Vavað spældi ársins fyrstu G! festival konsert í Fjósinum hósdag seinnapart.

Á myndini uttan fyri Fjósið síggja tey ógvuliga fitt og fyrikomandi út, Rannvá Glerfoss og Sjúrður Tróndheim í Vavað, og tað eru tey eisini, men á pallinum dugdu tey væl at skapa óbehag undir ársins fyrstu G!-konsert. Hetta gjørdu tey í samspæli millum orð, videobrot og tónleik, sum tilsamans skapti eina so fragmenteraða og ofta endurtakandi heild, at tað kendist sum, at eg hevði sitið og doomskrólað í eitt samdøgur, tá konsertin var somikið útliðin, at eg heldur vildi út at fáa mær mína fyrstu øl á festivalinum. Tað mól eitt sindur í knøttinum á mær.

 

##med2##

 

Tekstirnir snúðu seg um sjálvmorð, manifest og ein yvirskipaðan sjálvsiva, sum gjøgnumseyraði alt. Tað var sirka so postmodernistiskt, sum nakað kann verða, og eg saknaði eitt sindur av mótspæli í fragmenteraða hurlivasanum. Okkurt, sum gav meining. Sum skapti nærveru í ta stóru kensluligu frástøðuni. Í øllum førum í akkurát hasum umstøðunum, tá eg júst var komin á festival, og tað blíða summarveðrið lokkaði uttan fyri myrkrið í Fjósinum. 

 

##med3##