10 atkvøður á muni

Sera tætt er millum annan mannin hjá Sjálvstýrinum og triðja mannin hjá Framsókn

Tað er sera lítið, ið skilir flokkarnar, tá talan er um at rokna út, hvør 33. maðurin skal vera.

 

Tað er sermerkt, at Nýggja Sjálvstýri, hóast eina afturgongd, vinnur ein mann afturat, men tá hugt verður eftir tølunum, so er sera tætt millum flokkarnar.

 

Um roknað verður um til størsta brøk, so fær Nýggja Sjálvstýri 1,32, meðan Framsókn fær 2,31. Munurin er sostatt 0,01 sum sambært teimum, ið hava skil fyri slíkum, svarar til gott og væl 10 atkvøður. Næstur teimum liggur Javnaðarflokkurin við 8,28, sum sigst vera eini 30 atkvøður aftanfyri.

 

So er spurningurin, um fínteljingin kann flyta nakað.