10 fáa bót fyri at koyra ov skjótt

Herfyri gjørdi løgreglan ferðmátingar í Norðoyggjum. Nakrir bilførarar, sum koyrdu ov skjótt, vórðu steðgaðir, og somuleiðis steðgaði løgreglan nøkrum prutlum, sum eisini brutu ferðslulógina

Ferðsla

Seinast, eitt løgreglulið úr Havn var í Klaksvík og gjørdi ferðmátingar saman við løgregluni á staðnum, fevndu kanningarnar um tveir fylgjandi dagar.
Ferðmátingar vórðu gjørdar bæði í bygdum og í óbygdum øki.
Tilsamans 10 bilførarar vórðu steðgaðir fyri at koyra ov skjótt, men løgreglan sigur, at eingin av hesum koyrdi yvir 80 km/f á bygdum øki - og ikki yvir 110 km/t á óbygdum øki.
Sostatt noyðist eingin av teimum, sum sótu aftanfyri rattið hesar báðar dagarnar í Norðoyggjum, upp til nýggja koyriroynd orsakað av hesum kanningum.
- Í staðin fáa hesir 10 bilførararnir eina bót í part, sigur løgreglan.
Úr Klaksvík verður annars sagt, at løgreglan hesar báðar dagarnar eisini steðgaði einum 4-5 prutlum, har førararnir brutu ferðslulógina.
Løgreglan sigur, at dagarnir, tá ið kanningarnar skuldu gerast í Norðoyggjum, vóru ásettur í góðari tíð.
- Veðrið var heldur vánaligt; tað var vindur og regn, og tað er sjáldan í slíkum veðri, at fólk koyra so skjótt, verður sagt.