10 ár við Rás2

Í dag, mánadagin 14. desember kl. 12, vóru tíggju ár liðin síðan útvarpsstøðin Rás2 fyrstu ferð fór í luftina við tíðindadamanninum Sonna Smith í studio.

Rás2 byrjaði sum ein nýggj radiostøð við nýggjari útgerð, í somu hølum sum Atlantic Radio áður hevði hildið til, við Hoyvíksvegin í Havn.


Eigarar vóru feløgini Sp/f JPS v.Janusi Rein, Peturi J. Samuelsen og Suna Jacobsen, og ADJ-Sound, sum er eitt felag hjá Peturi Jacobsen, sum var stjóri á útvarpsstøðini. Í februar 2004 flutti radiostøðin til Søldarfirðar.


Í september 2007 keypti P/F Miðlavarpið, sum er eitt dóttirfelag hjá Sosialinum, útvarpsstøðina Rás2. Síðan mánadagin 5. oktober 2007 hevur støðin hildið til í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Stjóri á Rás2 er Jonhard Hammer.