Víkingur hevur eina greiða favorittstøðu á Dungasandi

Her eru oddsini upp á dystin 07 Vestur-Víkingur

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 18.30 tekur 07 Vestur móti Víkingi á Dungasandi í Sørvági í dysti í 17. umfarinum í Betrideildini hjá monnum.

 

Tá liðini hittust í Sarpugerði 30. mars endaði tað við javnleiki 0-0. Víkingur hevur annars vunnið 15 av teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum.

 

07 Vestur er aftast í deildini við sjey stigum, meðan Víkingur er nummar fimm við 24 stigum.

 

Víkingur hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 5,10 og 6,25.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,40 og 4,85.

 

Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 1,36 og 1,46.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd