10 ting um Kylie Minogue

Hon gjørdist fyrst kend sum sjónleikari, men sum poppsangari er hon veruliga blivin kend kring allan heimin

42 ára gamla Kylie Ann Minogue varð fødd í Melbourne í Australia. Hon er kend sum poppsangari og sjónleikari.


Pápi hennara var skrivstovumaður og mamman var í síni tíð dansari. Mamman er ættað úr Wales, og pápin hevði írskar forfedrar.


Systur Kylie eitur Dannii og hevur eisini roynt seg sum sangari. Hon er eisini kend sum dómari í bretska X Factor. Beiggi teirra býr í Australia, har hann arbeiðir sum kameramaður.


Kylie gjørdist longu sum barn kend í Australia, tí hon spældi ymiskar smærri leiklutir í sjónvarpsrøðum har.


Stóra gjøgnumbrotið kom í sjónvarpsrøðini Neighbours, sum eisini gjørdist sera væl umtókt í Bretlandi. Í 1987 hugdu 20 milliónir bretar eftir einum parti, har Kylie giftist við Jason Donovan. Teys ungu seinni duett saman.


Í 1987 gav Kylie fyrstu stakplátuna út í Australia. Sangurin var The Loco-Motion, og hann gjørdist mest seljandi sangur í Australia í 80’unum.


Hetta fekk bretar at lokka Kylie við plátusáttmála, og tá sangurin I Should Be So Lucky kom út í 1988, gjørdist tað byrjanin til eina veruliga yrkisleið sum poppsangari.


Kylie hevur selt næstan 70 milliónir eintøk av sínum útgávum, og hon hevur vunnið eina røð av heiðurslønum fyri sín tónleik.


Tann fitta og pena Kylie gjørdist í 2000 og frameftir meira frek og avbjóðani í sínum sjónbandaløgum


Í 2005 fekk hon viðgerð fyri bróstkrabba, men kom væl fyri seg aftur og fekk gongd á útgávur og konsertir aftur.