100.000 vilja til Moskva

Atgongumerkjakvotan, sum Manchester United hevur fingið til Champions League-finaluna í Moskva er upp á 21.000 atgongumerki. Men hóast hetta ljóðar av nógvum, so er hetta als ikki nóg mikið til tørvin. – Vit kundu sum einki selt fleiri enn 100.000 atgongumerki til handan dystin, so talan verður um nógvar vónbrotnar fjepparar, sigur stjórin í Manchester United, David Gill, við Sporting Life.