Arbeiðspláss
Fiskavirking fer nú at seta fulla ferð á stóra flakavirkið í Vági.
John Nielsen, virkisleiðari hjá Fiskavirking í Suðuroy, sigur, at vónandi verður tað innanfyri tær næstu vikurnar, at tey av álvara kunnu fara undir virksemi á flakavirkinum í Vági.
Fólk í Suðuroy hava varnast, at okkurt er í umbúna hjá Fiskavirking, tí maskinur eru tiknar út av virkinum á Tvøroyri og eru fluttar til Vágs.
Og virkisleiðarin váttar at tað er tí, at virksemið hjá Fiskavirking í Suðuroy skal leggjast um.
- Men talan er ikki um, at vit lata virkið á Tvøroyri aftur. Talan er hinvegin um, at vit lata virkið í Vági upp afturat, sigur John Nielsen.
Broytingar á Tvøroyri
Virkisleiðarin hjá Fiskavirking í Suðuroy, sigur, at umleggingin hjá Fiskavirking í Suðuroy, ber í sær, at broytingar verða á virkinum á Tvøroyri, samstundis sum virkið í Vági samstundis skal lata upp.
- Vit leggja okkum eftir at fáa sum mest burturúr báðum virkjunum í Suðuroy við teirri útgerð, vit hava.
- So fer tíðin at vísa, hvussu møguleikarnar verða fyri at økja um virksemið í Suðuroy, so hvørt sum frálíður.
Virkið á Tvøroyri hevur í summar arbeitt gulllaks og ætlanin er, at tað í framtíðini skal vera gulllaksavirki burturav.
Men tað merkir eisini, at nógv av teirri útgerð, vit hava á Tvøroyri, hevur ikki verið í brúki, men hevur staðið á virkinum til onga nyttu.
Tí ætla vit nú at flyta útgerðina suður á virkið í Vági og at fáa virksemi í gongd har, so at vit fáa sum mest burturúr báðum virkjunum við teirri útgerð, vit hava
- Virkið í Vági skal helst verða so nógv ígongd, sum gjørligt. Ætlanin er, at tað skal vera flakavirki til botnfisk og fáa vit arbeitt 10.000 tons av rávøru á tí um árið, so ongantíð betri.
- Meiri sannlíkt er tað, at rávørunøgdin fer at liggja um eini 6000-8000 tons um árið, men tað veldst alt um, hvussu tað fer at liggja fyri at fáa rávøru, sigur virkisleiðarin hjá Fiskavirking í Suðuroy.
John Nielsen sigur, at sostatt skuldi helst verið brúk fyri einum 100 arbeiðsfólkum á virkinum í Vági.
- Ætlanin er at lata virkið í Vági upp sum skjótast og undir øllum umstøðum vóna vit ikki, at tað ganga alt ov nógvar vikur, vit lata dyrnar upp har, leggur hann afturat.
Hann staðfestir, at virkið í Vági er eitt tað besta í landinum og tað er í sera góðum standi og tað einasta, sum manglar, er útgerðin. Og so leingi, tað stendur tómt, er talan um deyðan pening og tað fær ongin nakað burturúr.
4000-5000 tons av gulllaksi
À virkinum á Tvøroyri hava tey arbeitt gulllaks í ár og framyvir er ætlanin at tað skal verða gulllaksavirki burturav.
Hesa tíðini hava tey á Tvøroyri virkað eini 4000 tons av gulllaksi. Har hevur verið arbeitt í vaktum og tilsamans hava eini 80 fólk verið knýtt at tí virkinum.
Ætlanin er at virka eini 4000-5000 tons av gulllaksi á virkinum hvørja vertíð.
Vertíðin til gulllaks er frá um summarið frá í apríl til nú fyrst í oktober.
- Og tann stóra avbjóðingin verður at útvega fólkinum á virkinum á Tvøroyri arbeiði um veturin eisini, uttanfyri gulllaksa-vertíðina.
- Spurningurin er bara, hvussu tað kann gerast. Tað kann gerast við at royna at útvega teimum fólkunum aðra rávøru at virka um veturin. Tað kann eisini gerast við at lata tey - ella ein part av teimum - fylgja við suður til Vágs at arbeiða. Ella tað kann vera ein samanblandingur av báðum.
- Alt hetta er eitt sindur óvist enn, tí tað veldst um umstøðurnar og útlitini, sigur virkisleiðarin hjá Fiskavirking í Suðuroy.