Leygardagurin 29. mars 2014 verður søguligur dagur.
Hendan dagin verður HM í hálvmaraton hildið í Keypmannahavn, og verður hetta størsta tiltak innan frælsan ítrótt í Danmark nakrantíð, sigur Rás2.
Á fyrsta sinni sleppur almenningurin at renna við til eitt slíkt tiltak, og Dansk Atletikforbund hevur fingið loyvi at lata 25.000 rennarar halda til beins saman við heimselituni.
Frælsur Ítróttur Føroya setti seg fyrr í ár í samband við Dansk atletikforbund, og fekk tillutað 100 startnummur til útbreiðslu millum rennarar í feløgunum undir Frælsur ítróttr føroya.
Tilmeldingin lat upp mánamorgunin klokkan átta og á midnátt í gjárkvøldið var longu fullteknað, soleiðis at 100 rennarar fara úr Føroyum at luttaka í HM í hálvmaraton 29 mars 2014.
Vanliga hevur HM í ½ maraton verið hildið á hvørjum ári, men frameftir verður hetta bert annað hvørt ár.