100 ára gamal lestur á jólum

Nógv verður gjørt burtur úr í Sandvík, nú 100 ár eru liðin síðani fyrsti føroyski lesturin varð lisin her.

Tiltøkini í samband við hesa stórhending byrja longu í annaðkvøld, tá jólini verða sungin inn í kirkjuni klokkan 19.

Her fer Amy Thomsen at skipa fyri Luciugongd, eins og Marner, Terji og Hentzar syngja. Eisini verður felags sangur, og Niels Pauli Danielsen prestur lesur jólaevangeliið. Aftaná verður ein góður drekkamunnur í Ranhøll.

Jóladag kl. 18 verður ein søgulig løta í kirkjuni. Jóladag í ár eru nevniliga liðin 100 ár, síðan lestur varð lisin á fyrsta sinni á føroyskum í Sandvíkar kirkju. Tað var Theodor Dahl, táverandi lærari, sum las lesturin. Jólakvøld í ár lesur Niclas Sigurheim henda sama lesturin.

2. jóladag kl. 18 verður aftur gudstænasta við Niels Paula Danielsen, presti.

Annars kundi verið áhugavert at fingið at vita, um hetta veruliga er fyrsta ferðin, at ein føroyskur lestur er lisin í eini føroyskari kirkju.