Talan er um eitt samstarv millum tey á Dímunargarði í Stóru Dímun og Atlantsflog, og áheitanin og innbjóðingin hjá bóndahjúnunum er greið:
- Komið og vitjið okkum í Stóru Dímun!
Eva og Jógvan Jón Petersen siga soleiðis:
- Eftir okkara tykki er hetta ein tann vakrasta og mest avbyrgda oyggin í Føroyum. Her búgva bara vit bæði. Tú kemur við tyrlu og upplivir Føroyar úr luftini við einastandandi útsýni.
Á bóndagarðinum siga tey soleiðis:
- Vit fara ein gongutúr, har tú kanst uppliva brattlendi og villar klettar, hoyra um lívið saman við 500 seyðum og óteljandi fuglum, og tú hoyrir um túsund ára gomlu søguna hjá oynni.
Eva og Jógvan Jón siga, at vitjanin í Stóru Dímun endar við heimagjørdum ábiti - og kanska einum glasi við dímunarbryggi, um gestir hava hug til tað.
Fráferðin er á flogvøllinum í Vágum. Túrur byrjar klokkan 13 og er liðugur klokkan 15.
So her verður nógv at uppliva hesar tveir tímarnar. Kostnaðurin fyri túrin er 3000 krónur, og dímunartúrurin kann bíleggjast á leinkjuni, sum liggur undir myndunum á hesi síðuni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##