Dóttirin leitar eftir listaverkum hjá pápanum

Mánadagin 2. juni 2025 verður skipað myndatøka av málningum eftir Hans J. Glerfoss, og myndatøkan verður í Perluni í Havn

 

Í samband við, at arbeitt verður við bókaútgávu um listamannin, Hans J. Glerfoss (1937-2010), verður skipað avmyndan av verkum eftir listamannin í Perluni í Havn komandi mánadag.

 

Myndatøkan verður henda dagin frá klokkan 09 til 16.

 

Hansa M. Glerfoss, sum er dóttir listamannin, sigur, at eitt fotostudio verður sett upp í Perluni til endamálið, og tað verður Kristfríð Tyril, sum stendur fyri myndatøkuni.

 

- Hetta er triðja skipaða myndatøkan av verkum eftir pápa mín, og higartil eru fleiri enn hundrað verk avmyndaði, men ynskiligt er at fáa enn fleiri, sigur hon.

 

Áheitanin hjá Hansu M. Glerfoss er tískil:

 

- Eigur tú ein ella fleiri málningar ella onnur verk eftir listamannin, hevði tað glett okkum, um tú vildi sýnt okkum ta vælvild at lánt okkum málningar og onnur verk til avmyndan.

 

Fólk, sum eiga list eftir Hans J. Glerfoss, kunnu seta seg í samband við Hansu á tlf. 283277 og gera nærri avtalu um, hvat og hvussu.

 

- Ætlanin og vónin er at savna so nógvar málningar sum til ber. Jú, fleiri, tess betur, tí tilfarið skal brúkast í heildarlýsing av lívslistini hjá listamanninum - frá byrjan til enda.

 

Hans M. Glerfoss sigur, at úrveljing av myndum síðan verður gjørd, sum seinni skal kunna brúkast í bókaútgávu um lívið og listina hjá pápanum.

 

- Eg vóni, at fólk vilja vísa okkum vælvild, og tí er tað okkara ynski, at henda áheitan fær góða undirtøku, sigur Hansa M. Glerfoss.

 

##med2##