100 ára gamlar myndir

Á vestanstevnum hava fólk møguleikan at síggja nógvar áhugaverdar myndir, ið verða sýndar fram í Ellis- og Avlamisheiminum

Tilsaman eru eini 300 myndir á framsýningini. Allar myndirnar eru tiknar av einum og sama myndatóli, og verður hetta myndatólið eisini víst fram.

Søgan aftanfyri myndatólið og myndatakararnar eru eisini sera áhugaverd. Tað var Sofía Hansen, sum í 1890 fór til Noregs at læra til fotograf. Hon hevði fingið hendur á einum myndatólið úr Englandi. Tá ið hon kom heim at ferðast, tók hon myndir av landsskapi og fólki í Vágoynni. Men hon gjørdist sjúk her og doyði. Bróðurin, Ólavur Hansen, nýtti síðani myndatólið heilt fram til 1935.

Myndatólið fór síðan til Havnar og víðari til Danmarkar. Nú hava nakrir av eftirkomarunum hjá Sofíu og Ólavi uppsporað myndatólið aftur í Danmark. Teir hava fingið tað aftur til landið.

Peningur verður tikin fyri at koma at síggja framsýningina í Ellis- og Avlamisheiminum, sum er opin leygar- og sunnudagin frá kl. 16 til 21. Hesin peningurin fer til eina ferð hjá búfólkunum á heiminum.