»1049 standa í bíðirøð til psykiatri, hvat er at gera?«

30. oktober bjóðar ADHD-felagið pol­it­isku flokkunum til pall­borðs­kjak, og til framløgu av nýggj­ari gransking um títt­leikan av ADHD og autismu í Før­oy­um

Nevndin í ADHD-felagnum:

 

Í sambandi við, at oktober er ADHD til­vit­an­ar­mánaður, hevur ADHD-felagið fingið Tór­unn H. Ósá, námslektara og Ph.d.-les­andi, at leggja fram nýggj tøl úr sínari PhD verk­ætl­an, sum snýr seg um børn við neur­o­logiskum sjúk­um í Før­oy­um og svøvn­trup­ul­leik­­ar. Framløgan á hesum degn­­um fer at snúgva seg um: “Títt­leik­an av ADHD og aut­­ismu hjá børnum og ung­um í Føroyum og teirra fylg­i­­sjúk­ur frá 2004 til 2022”.

 

Nýggjasti bíðilistarnir frá Landssjúkrahúsinum vísa, at 800 vaksin standa á bíð­i­lista at blíva útgreinaði fyri ADHD og 249 børn til barn­a­psykiatri, tað er til sam­ans heili 1.049 fólk!

 

Vit spyrja, hví eru tølini so høg? Kann tað veruliga passa – ella yvirútgreina vit í Før­oyum?

 

Hinvegin, so vísir gransk­ing, at fólk, sum ikki fáa viðgerð fyri viðføtt ADHD, hava nógv verri lívs­góðsku — bæði tá tað snýr seg um útbúgving, inn­tøku og heilsu, og tey liva styttri samanborið við mið­al­ald­urin.

 

Langa bíðitíðin ger, at av­bjóð­ing­ar­nar bara vaksa. Tað er eyðsæð, at tey ó­við­gjørdu rinda ein høgan prís fyri van­lukk­u­ligu støðuna, men sam­felagið líður sann­iliga eisini stórt tap í mist­um menniskjaligum kap­i­tali – eitt nú vegna mist arbeiðsføri og økta misnýtslu – og ó­neyð­ug­um útreiðslum í heils­u­verk­inum til fylgisjúkur, ið stava frá ov seinari útgreining.

 

Tormóður Stórá leið­andi yvirlækni á psy­k­i­atri­ska deplinum kem­ur at lýsa støðuna á vaks­in­psyk­i­a­tri­ini í mun til ressursir, og hvørj­ar avleiðingar bíðitíðin hev­ur fyri tey sum bíða.

 

Hvat er so loysnin? - Hvussu tryggja vit skjótari út­greining, rætta og rætt­stund­is viðgerð?

 

Hesar spurningar fara vit at seta umboðunumi frá pol­it­isku flokkunum, sum fáa høvi at leggja fram síni sjón­ar­mið og kjakast um, hvussu stóri trupulleikin kann loysast.

 

Ingolf S. Olsen stýrir kjak­i­num og stuttliga Eyð-Britt Tjaldrastein kemur við ei­nari øðrvísi hugleiðing um av­lei­ð­ing­arnar av ov seinari út­grein­ing.

 

Árliga ADHD­við­ur­kenn­ing­in verður sum siðvenja er eisini latin.

 

Tiltakið verður stroymt og goymt í vitanarsavninum á adhd.fo

 

Øll eru hjartaliga væl­komin í Perluna hóskvøldið 30. oktober frá kl. 19-21.15.