Skjót útgreining avgerandi fyri bestu hjálpina

Føroyar hava eitt eftirsleip í útgreining av børn­um og ung­um fyri neurologisk brek sum ADHD og autismu. Tí fáa lut­fals­liga nógvir føroyingar ADHD-diagnosuna nú, tá meira ferð er sett á útgreiningina, men veruligi títt­leik­in í Føroyum er tann sami sum aðrastani

Tað vísir ph.d-granskingin hjá Tór­unn Højgaard Ósá mill­­um annað.

 

Í samrøðu í Sosialinum sigur hon, at tað hevur brá­skund at raðfesta ser­liga barna­psyk­i­­atri­ina við størri játtanum, so ráð verða til fleiri sál­ar­lækn­ar, sálarfrøðingar, sjúkr­a­røktarfrøðingar og onn­ur heilsu­starvsfólk við ser­vit­an á økinum. Tór­unn verður við á ADHD-til­tak­inum í Perluni 30. oktober, har hon fer at greiða frá síni gransk­ing og leggja fleiri úrs­lit fram

 

- Ein barnakanning – nakr­ar ser­ligar royndir – kann geva eina góða á­bend­ing um, hvørt eitt barn hev­ur neu­ro­log­isk eyðkenni sum til døm­is ADHD og au­tismu, og tí hevði tað ver­ið ein vinn-vinn støða fyri bæði tey børnini, ið eru rakt, teirra familjur og alt samfelagið, um ein slík kann­ing verður sett í verk sum ein fastur partur av heilsu­kann­in­gun­um, sum vit annars bjóða barna­fam­ilj­unum. Og eisini, at nóg mikið av res­surs­um verða settar av til barn­a­psykiatriska økið, tí skjót hjálp er góð hjálp og lyk­il­in til bestu menningina og trivn­aðin hjá teimum, ið bera hesi brek.

 

Fróð­skap­ar­setr­i­num, sum er um at verða lið­ug við sína ph.d-gransk­ing­ar­verk­ætlan, sum ber enska heit­ið “Prevalence of neur­o­deve­l­op­ment­al disabilities among childr­en and adolescents in the Faroe Islands, sleep dis­ord­ers, and the impact of a mus­ic-based intervention to all­e­viate sleep problems”.

 

##med2##

 

Fyrsta greinin í sam­bandi við gransk­ing­ar­verk­æt­l­an­ina eit­ur “Pre­val­ence of ASD, ADHD and co­m­o­r­bidities among child­ren and adolescents in the Faroe Islands born from 2004 to 2022” – ella “Títt­leikin av ADHD og au­tismu hjá børn­um og ung­um í Før­oy­um og teirra fylgi­sjúkur frá 2004 til 2022” í føroyskari týðing.

 

Verkætlanin umfatar til­sam­ans 479 børn og ung í aldr­i­num 5 – 18 ár við ADHD og autismu og um­leið 130 børn við øðrum neu­r­o­logiskum sjúkum sum Cerebral Paresu (heila­skaða), ymiskum syndr­om­um og genetiskum sjúkum og epilepsi.

 

Tórunn fór undir gransk­ing­ar­verkætlanina 1. mars í 2023 og verður eftir ætlan púra lið­ug við hana fyrst í næsta ár, men taltilfarið er longu nærum liðugt við­gjørt. Hon leggur eisini dent á, at hennara ph.d-gransk­ing­ar­verkætlan í fyrsta lagi snýr seg um at fáa til vega tøl í sam­bandi við ADHD og au­tismu í Føroyum, og ikki um at siga politikarunum og heils­u­verkinum, hvat tey skulu gera.

 

##med3##

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.