11,9 mió um mánaðin

KLAKSVÍK: At 2011 var eyðkent av framgongd í inntøkunum og virkseminum í samfelagnum, hevur gjørt sítt til, at býráðið í síni fíggjarætlan fyri 2012 roknar við eitt sindur størri inntøkum enn í fjør.

Borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu hevur júst fingið tølini fyri skattainntøkurnar í mars mánaði í ár og harvið í eisini fyri allan fyrsta ársfjórðing í 2012.

Í fíggjarætlanini, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt fyri 2012, verður roknað við einari mánaðarligari inntøku á umleið 11,9 mió. krónur. Út frá gongdini higartil kann í ár roknast við einari miðalinntøku pr. mánað, sum er á leið 260-túsund lægri enn roknað verður við í fíggjarætlanini.

- Hetta er ikki ein trupulleiki, tí hetta eru framvegis sera góðar inntøkur. Men givið er, at vit í fíggjarstýringini av kommununi fara at taka støði í inntøkunum, so hvørt sum hesar verða staðfestar, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.