Tíðin at finna fólk á lívi styttist, og framvegis eru nøkur túsund fólk saknað, samstundis sum talið av deyðum nú nærkast 1500

11 ára gamal bjargaður 3 dagar eftir skjálválvtarnar

- Akkurát nú er hvørt einasta eitt lív ein kelda av vón fyri Venesuela, sigur virkandi forseti landsins

 

Tíðin at finna fólk á lívi styttist, og framvegis eru nøkur túsund fólk saknað, samstundis sum talið av deyðum nú nærkast 1500

Ein 11 ára gamal drongur er bjargaður á lívi úr húsaleivdunum tríggjar dagar eftir herviligu jarðskjálvtarnar í Venesuela.

 

Tað er virkandi forseti landsins, Delcy Rodriguez, sum skrivar hetta á X, fyrrverandi Twitter.

 

- Fyri nøkrum minuttum síðan varð ein 11 ára gamal drongur bjargaður í Caraballeda, skrivar forsetin.

 

Og Delcy Rodriguez skrivar soleiðis:

 

- Akkurát nú er hvørt einasta eitt lív ein kelda av vón fyri Venesuela, sigur virkandi forseti landsins á X.

 

Jarðskjálvtarnir, sum mátaðu 7,2 og 7,5, raktu serliga norðara part av Venesuela hósnáttina.   

 

Ringast rakta økið er strandabýurin, La Guaira uttan fyri Caracas, har í minsta lagi 100 bygningar eru rapaðir.

 

##med2##

 

Nú stríðast bjargingarfólk við tíðina, sum gongur, og fleiri enn sjeyti tímar eru farnir, síðan ógvusligu jarðskjálvtarnar.

 

Tíðin at finna fólk á lívi styttist, og framvegis eru nøkur túsund fólk saknað, samstundis sum talið av deyðum nú nærkast 1500.

 

 

 

Tíðin at finna fólk á lívi styttist, og framvegis eru nøkur túsund fólk saknað, samstundis sum talið av deyðum nú nærkast 1500

Oyðileggingarnar eru øgiligar. Mynd: Donaldo Barros/Ritzau Scanpix