Jansy og Moritz fingu Michelin-stjørnu í Týsklandi

- Vit búgva og reka matstovuna her í heimbygdini hjá manninum, Klingenberg am Main, sum liggur umleið 45-60 minuttir úr Frankfurt am Main, sigur unga føroyska kvinnan

- Tað er heilt ótrúligt at hava fingið eina Michelin-stjørnu. Vit eru sera takksom, og tað fara helst at ganga nakrir dagar, áðrenn vit koma niður á jørðina aftur.

 

Tað sigur 26 ára gamla føroyska kvinnan, sum er uppvaksin á Strondum, og sum saman við manni sínum, kokkinum, 28 ára gamla Moritz Techet, rekur matstovu í Týsklandi.

 

Jansy Frederiksberg-Techet, sum er fødd og uppvaksin á Strondum, eri gift týskaranum, Moritz Techet.

 

Saman hava tey ein fýra ára gamlan son, Ludwig, og í 2024 lótu tey upp sína egnu “fine dining” matstovu, Cølbo í Týsklandi.

 

- Vit búgva og reka matstovuna her í heimbygdini hjá manninum, Klingenberg am Main, sum liggur umleið 45-60 minuttir úr Frankfurt am Main.

 

Um dagarnar upplivdu tey tað, ið er eitt tað størsta, sum nýggir matstovueigarar kunnu uppliva - at fáa eina Michelin-stjørnu.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í blaðsølurnar kring landið í dag, er ein størri samrøða við Jansy Frederiksberg-Techet.

 

##med2##