Rópti rasistisk ókvæmisorð eftir starvsfólki á matstovu

Er nú skuldsettur fyri brot á 266b

Leygarkvøldið var ein persónur farin inn á eina matstovu í høvuðsstaðnum, har hann rópti rasistisk ókvæmisorð eftir starvsfólki á matstovuni.

Eigarin av matstovuni fór á politistøðina sunnudagin og boðaði frá hesum, og løgreglan tók málið upp.

Viðkomandi persónur er avhoyrdur og skuldsettur fyri brot á 266b í revsilógini.

Í slíkum førum fara mál víðari frá ákæruvaldinum í Føroyum til Danmarkar fyri at skilja linjurnar millum, nær tað snýr seg um slíkt, sum kann sigast innan fyri grundlógina, ella nær talan er um brot á 266b í revsilógini.

Skuldsetti maðurin er føroyingur.