- Lundin var diddarak og vigaði einans 270 gramm. Ein vanligur lundi eigur at viga umleið 400 gramm um summarið, verður sagt á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen

Hvørki sá ella hoyrdi lunda í Dølum

Tá fuglakennarin, Jens-Kjeld Jensen, kom heimaftur í bygdina, fann hann ein deyðan summarlunda á Malarenda

- Lundin var diddarak og vigaði einans 270 gramm. Ein vanligur lundi eigur at viga umleið 400 gramm um summarið, verður sagt á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen

Á longsta degi, sunnudagin hin 21. juni, sum var í gjár, var fuglakennarin, Jens-Kjeld Jensen, ein túr í lundalandinum suðuri í Dølum í Nólsoy.

 

- Klokkan 08.30 var dagurin eins og nógvir aðrir dagar - eingin lundi at síggja ella hoyra. Ikki eitt kis.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen.

 

Í greinastubbanum um túrin suðuri í Dølum verður sagt, at tá fuglakennarin kom heimaftur í bygdina, sá hann ein deyðan summarlunda liggja á Malarenda.

 

- Lundin var diddarak og vigaði einans 270 gramm. Ein vanligur lundi eigur at viga umleið 400 gramm um summarið, verður lagt aftrat á heimasíðuni.

 

Viðheftu myndir av deyða lundanum, sum Jens-Kjeld Jensen fann á Malarenda, eigur heimasíðan hjá honum - www.jenskjeld.info/

 

Vit kunnu leggja aftrat, at vanliga var fyrsti fleygadagur eftir lunda í Nólsoy syftunsøkudag, 2. juli, men í fleiri ár hevur lítið og einki verið fleygað.

 

##med2##

 

- Lundin var diddarak og vigaði einans 270 gramm. Ein vanligur lundi eigur at viga umleið 400 gramm um summarið, verður sagt á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen