Tað sæst millum annað í árfrágreiðingini hjá Ríkisumboðsmanninum í Føroyum fyri 2025, sum júst er útkomin.
Har verður greitt frá, at Sjúkrahúsverkið verður rikið sum ein stovnur undir landsstýrinum sambært løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um Sjúkrahúsverkið, sum er ásett við heimild í lóg nr. 316 frá 17. mai 1995 um heilsuverkið í Føroyum.
Sjúkrahúsverkið hevur eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini: Landssjúkrahúsið í Havn (miðsjúkrahúsið), Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
Á Landssjúkrahúsinum eru 127 seingjarpláss og 29 serlæknaøki, harav níggju serlæknaøki eru mannað við konsulentum.
Á fleiri øðrum serlæknaøkjum er ráðgeving skipað soleiðis, at læknar uttan úr heimi luttaka í viðgerðini av sjúklingunum.
Klaksvíkar sjúkrahús hevur 22 føst seingjarpláss og harumframt fýra dagviðgerðarpláss. Sjúkrahúsið hevur fleiri sergreinir umboðaðar, og nakrar av teimum hava landsfevnandi uppgávur.
Suðuroyar sjúkrahús hevur 20 seingjarpláss. Sjúkrahúsið hevur landsfevnandi pínuviðgerð.
Sjúklingar, sum ikki kunnu viðgerast í Føroyum, verða sendir uttanlands til viðgerðar. Flestu sjúklingarnir verða viðgjørdir í Danmark. Í 2024 vóru 2.905 visitatiónir, býttar á 1.815 sjúklingar. Sama ár vórðu brúktar 141 milliónir krónur til viðgerðir uttanlands. Harumframt vórðu brúktar 51,5 milliónir krónur til ferðaútreiðslur og rakstur av Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn. Í 2024 vóru 29.258 gistingar á sjúklingahotellinum.
Sjúklingahotellið hevur 55 kømur og fimm íbúðir. Tað varð stovnað í 1976 sum ein sjálvsognarstovnur við tí endamáli at bjóða bústað til sjúklingar og avvarðandi, sum skulu halda til í Danmark í sambandi við longri innlegging ella viðgerð. Í 1986 varð raksturin av hotellinum lagdur undir føroyska Sjúkrahúsverkið.











