- Fyri stívliga tveimum vikum síðan blivu vit nakað avmarkaði við arbeiðsmegi. Eva fekk skaða í annan fótin, tá hon fekk eitt traðk frá kúnni.
Nakað soleiðis siga tey á Dímunargarði í Stóru Dímun á sínum Facebook-vanga í dag.
- Vit eru komin inn í summarið, og harvið er nógv arbeiði fyri hondum. Hvat er tá at gera?
Og á Dímunargarði kunnu tey fegnast:
- Vit eru so ómetaliga heppin at hava nógv góð fólk, sum bjóða okkum eina hjálpandi hon. Umframt, pápa, sum hevur tikið sær stundir at hjálpa til, meðan á stendur, høvdu vit eitt gott sjakk til hjálpar í vikuskiftinum.
Á garðinum leggja tey aftrat, at familjan Erlingsson við Maluni á odda gjørdi eitt megnar arbeiði saman við teimum.
##med2##
- Tvær gongur eru royttar, og hvalbiarærnar fingu eina væl tiltrongda savning mánamorgunin, áðrenn tyrlan var eftir teimum á middegi.
Á Dímunargarði eru tey sera takksom, og á Facebook-vanganum hjá garðinum siga tey soleiðis at enda:
- Full av takksemi senda vit teimum øllum eina hjartans tøkk!












