HM: Ongland megnaði ikki at bróta Gana niður

Tað endaði málleyst millum Ongland og Gana

Ongland hevði eina stóra favorittstøðu undan dystinum móti Gana í dystinum í innleiðandi HM-bólki L á Gillette leikvøllinum í Foxborough.

 

Men tað eydnaðist ikki onglendingum at bróta Gana niður, ið sýndi góðan stríðshuga og vardi ótrúliga væl. Tað endaði við javnleiki 0-0, ið var fagnað av ganesisku fjepparunum, meðan ensku fjeppararnir vóru sera misnøgdir. 

 

Ongland hevði bóltin 79 prosent av tíðini, og teir høvdu fleiri royndir á málið enn Gana, men tað sást ikki aftur á máltalvuni. Nico O'Reilly stútaði nakað undan dystarenda bóltin á tvørstongina, men nærri enn tað komu onglendingar ikki. 

 

Ongland-Gana 0-0

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

Ongland og Gana hava fýra stig hvør, meðan Kroatia og Panama einki stig hava. Á midnátt byrjar dysturin millum Panama og Kroatia á BMO Field leikvøllinum í Toronto, har Kroatia hevur eina greiða favorittstøðu.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.