Samstundis varð fyrrverandi valstýrisformaðurin í Oyndarfirði endaliga fríkendur, tí tað ikki bar til at prógva, at tað var hann, sum framdi valsvikið.
Hetta skrivar Frihedsbrevet.
Sambært miðlinum hevur Eystari landsrættur lagt til grund, at ein eyka krossur varð settur á ein valseðil eftir at atkvøðan var latin. Landsrætturin metir tí, at talan var um valsvik.
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sigur við Frihedsbrevet, at landsrætturin metti, at krossarnir á viðkomandi valseðli vóru settir av tveimum ymiskum persónum, og at hetta er grundleggjandi valsvik.
Kortini vóru prógvini ikki sterk nokk til at staðfesta við neyðugu rættarligu vissuni, at tað var ákærdi valstýrisformaðurin, sum hevði sett eyka krossin. Tí varð hann fríkendur.
Málið var eisini viðgjørt í Føroya rætti fyrr í ár. Tá varð niðurstøðan, at prógvini ikki vóru nóg sterk til at døma ákærda. Eystari landsrættur er samdur í, at ákærdi ikki kann dømast, men kemur kortini til ta niðurstøðu, at sjálvt valsvikið er prógvað.
##med2##
Frihedsbrevet skrivar, at tekniskar kanningar av valseðlunum og vitnisfrágreiðingar vóru grundarlagið undir niðurstøðuni hjá landsrættinum. Kanningarnar vísa sambært dóminum, at ein ólóglig broyting varð gjørd á valseðlinum, men tær kunnu ikki staðfesta, hvør førdi pennin.
Málið hevur stóran týdning fyri Runavíkar kommunu. Tað var illgrunin um valsvik, sum í november 2025 fekk táverandi landsstýrismannin í lógar- og kommunumálum, Bjarna Kárason Petersen, at gera av, at umval skuldi haldast í kommununi.
Við dóminum hevur Eystari landsrættur nú staðfest, at valsvik veruliga varð framt, samstundis sum eingin persónur er funnin sekur í revsirættarligum høpi.
Kelda: Frihedsbrevet.












