Súna Hansen kosin ársins spælari í Skanderborg

Føroyski hondbóltsspælarin Súna Hansen er kosin Ársins spælari 2026 hjá kvinnuliðnum hjá Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Heiðurin varð latin á felagskvøldsetu hjá liðnum eftir lokna kappingarárið. Tað vóru venjararnir, sum valdu Súnu fram um fleiri aðrar sterkar kandidatar.

Í grundgevingini verður sagt, at Súna alt kappingarárið hevur gingið á odda bæði á og uttanfyri vøllin við stríðsvilja, hugburði og góðum lag. Samstundis hevur hon verið avgerandi í dystum og tikið ábyrgd, eisini tá ið trýstið hevur verið stórt.

Skanderborg ynskir samstundis Súnu góða eydnu, nú hon fer undir nýggjan kapittul í yrkisleiðini í Montenegro.