Tað skrivar Skúlablaðið í grein í dag:
Eitt, sum er farið at fylla nógv í arbeiðinum á Førleikastovunum í skúlunum kring landið, eru næmingar, sum ikki eru málsliga aldursvarandi. Nógvir næmingar eru málsliga so illa fyri, tá ið teir byrja í skúlanum, at tilfarið, sum er til skúlabyrjan, ikki svarar til málsliga menningarstigið hjá teimum. Tað sigur Fridrikka Kjeld, forkvinna í Serlærarafelagnum. Fridrikka Kjeld hevur verið lærari í meiri enn 20 ár; hon er eisini serlærari, orðblindalærari og leiðari á Førleikastovuni í Fuglafjarðar skúla.
- Nógv børn, sum byrja í fyrsta flokki sum sjey ára gomul, eru kanska sum 3-4 ára ella 5-6 ára gomul málsliga. Tilfarið til skúlabyrjan svarar als ikki til hesar næmingarnar. Vanliga duga børn, sum byrja í fyrsta flokki, eini 4-5.000 orð. Nú fáa vit næmingar í skúla, sum duga alt ov fá orð aldurssvarandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at føroyska orðfeingið hjá hesum børnunum er ógviliga vánaligt. Hetta eru føroysk børn, sum hava føroysk foreldur og sum eru vaksin upp í Føroyum, men tey tosa enskt sínámillum.
Fridrikka Kjeld vil hvørki brigsla dagstovnum ella foreldrum ella geva skíggjum alla skyldina. Hon staðfestir bara, at hesin veruleikin, at børnini eru illa fyri málsliga, setir tey í eina trupla støðu.
- Eg hoyri eisini starvsfólk á dagstovnum siga, at nógv børn síðstu árini eru farin at tosa enskt sínámillum; og gongin er, at tey gerast fleiri og fleiri í tali. Eg veit, at dagstovnar gera nógv við málmenning til dømis lesa, syngja og slíkt, og nógv foreldur eru eisini tilvitað um týdningin av málmenning. Tá tað er sagt, mugu øll onkursvegna í felag – foreldur, dagstovnar, frítíðarskúli og skúli – lyfta hesa uppgávuna og taka hana í álvara fyri at venda gongdini. Børn mugu læra móðurmálið væl og virðiliga. Samstundis eiga vit at gera nógv meiri við at kanna, hvørja ávirkan skíggjarnir hava á børn og kunna um hetta.
Børn, sum tosa enskt heldur enn føroyskt, eru vanliga ikki børn við serligum tørvi, men hetta kunnu gerast børn, sum fáa serligan tørv, um tey ikki duga móðurmálið so mikið væl, at tey kunnu fylgja við í skúlanum aldurssvarandi.
- Tá eg sum orðblindalærari ella serlærari kanni børn og biði tey siga, hvat eitt nú gularøtur, kál og agurk eru fyri orð, so svara tey vegetables heldur enn grønmeti. Eisini smábørn kenna betur ensku orðini fyri slíkt enn tey føroysku. Børnini verða kannað, tí tey ikki læra aldurssvarandi, men tað vísir seg mangan, at tey “bara” eru sera illa fyri málsliga.










