Argentina hevur aftaná 2-0 sigur á Eysturríki í øðrum dystinum í innleiðandi HM-bólki J vunnið seg víðari til sekstandapartsfinalurnar.
70.649 áskoðarar á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas vóru vitni til søguskriving í kvøld, tá Lionel Messi við tveimum málum skrivaði seg inn í søgubøkurnar, sum besti HM-toppskjúttin nakrantíð. Lionel Messi hevur nú skotið 18 mál í HM-endaspølum, tvey mál meira enn týski Miroslav Klose.
Tað byrjaði tó haltandi fyri Messi, ið longu í níggjunda minutti av dystinum fekk møguleikan at leggja Argentina á odda við einum brotssparki, men hann sendi brotssparkið framvið málinum. 25 minuttir seinni var søguskrivingin tó veruleiki. Facundo Medina sendi bóltin inn í brotsteigin hjá Eysturriki, har Messi sendi bóltin í netið, og metmálið var veruleiki. Í yvirtíðini fangaði Messi ein returbólt aftaná eysturríkska verjan fyrst hevði bjargað, og krýndi hann verkið við at skjóta seinna málið í dystinum, og harvið økti um málmetið.
Argentina-Eysturríki 2-0 (1-0)
1-0 Lionel Messi ('38 )
2-0 Lionel Messi ('90+ )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá søguliga dystinum.
Argentina hevur seks stig, Eysturríki hevur trý stig, meðan Jordan og Algeria einki stig hava. Í nátt klokkan fýra - føroyska tíð - spæla Jordan og Algeria á Levi´s leikvøllinum í Santa Clara í Kalifornia.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











