Elias og Óli eru millum 10 tey bestu keypini farnu 10 árini

Føroysku landsliðsleikararnir hava sett síni spor í Svøríki

Savnsmynd: gp.se

Millum 2020 og 2023 spældi Elias Ellefsen á Skipagøtu við Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini, og millum 2022 og 2025 spældi systkinabarnið, Óli Mittún við sama liðið.

 

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen hevur gjørt eitt yvirlit við 10 teimum bestu keypunum í svenskum hondbólti tey farnu 10 árini. 

 

Um Elias skrivar Handbollskanalen: - Tað var í 2020, at ein nógv umrøddur føroyingur byrjaði at gera vart við seg og undirhalda, tí tað er í veruleikanum tað hann gjørdi fyri IK Sävehof. Tað tók ikki serliga langa tíð, so átti Elias bestu svensku hondbóltsdeildini. Tað bleiv til eitt svenskt meistaraheitið, eitt steypagull og dystir í Evropa. Talan var um ein artist, ið forgylti bestu svensku hondbóltsdeildina tey árini hann spældi í Svøríki. 

 

Um Óla skrivar Handbollskanalen: - Tvey ár aftaná systkinabarnið, Elias kom til Partille var tíðin búgvin til tað næstu møguligu føroysku heimsstjørnuna. Um tað gekk skjótt hjá Eliasi at etablera seg, so gekk tað ENN skjótari hjá Óla. Ótrúliga góður í beinleiðis spæli, og avrikaði meira javnt enn Elias í tíðini hann spældi við Sävehof. Ein meistarligur leikari.

 

HER  ber til at síggja yvirlitið hjá Handbollskanalen. 

 

 

 

Savnsmynd: gp.se