Kvinna dripin við harðskapi og kvaling í Nuuk

Ákæruvaldið vil hava ein 30 ára gamlan mann dømdan í forvaring - uttan nakra tíðaravmarking

Í dag, 22. juni, skuldi ein 30 ára gamal maður møta í Sermersooq Kredsret í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, ákærdur fyri dráp.

 

Tað var hin 7. august í 2025, at ein 44 ára gomul kvinna varð funnin deyð í einum íbúðarblokki á Ceresvej í Nuuk, og síðan tá hevur ungi maðurin, sum skuldi møta í rættinum í dag, verið afturhildin.

 

Maðurin hevur nevniliga verið afturhildin á einum anstalti í grønlendska býnum, Ilulissat.

Sambært ákæruritinum, sum Sermitsiaq hevur fingið innlit í, hevur maðurin hin 7. august í fjør millum midnátt og klokkan 02.35 dripið kvinnuna við harðskapi og kvaling.

Ákæruvaldið vil hava mannin dømdan í forvaring - uttan nakra tíðaravmarking.

Haraftrat krevur ákæruvaldið, at maðurin verður dømdur at gjalda eftirsitandi 100.000 krónur.

 

Dagført:

 

Í morgun visti Sermitsiaq at siga, at rættarmálið móti hinum 30 ára gamla er útsett, og fyrrapartin í dag hevði tað ikki eydnast at fáa greiðu á, nær drápsmálið kemur fyri.