Tá Frakland og Noreg - bæði við seks stigum hvør - spæla bólkafinalu í innleiðandi HM-bólki I á Gillette leikvøllinum í Foxborough, fríggjakvøldið klokkan 20, má Frakland klára seg uttan landsliðsvenjaran, Didier Deschamps.
Mamma Didier Deschamps er farin foldum frá, og tí má Didier Deschamps ferðast heim til Fraklands fyri at kunna vera við til jarðarferðina.
Tað verður hjálparvenjarin hjá Deschamps, Guy Stéphan, ið fer at hava ábyrgdina av franska liðnum í bólkafinaluni móti Noregi, har bæði liðini undan dystinum longu hava vunnið seg víðari til sekstandapartsfinalurnar. Ein bólkasigur fer tó at geva ein tríarara úr einum øðrum bólki sum mótstøðulið í sekstandapartsfinaluni, og tí er nakað at spæla um.
Didier Deschamps hevur verið franskur landsliðsvenjari í 14 ár. Í 2018 vann HM-gull, og í 2021 vann hann Nations League við Fraklandi. Í 2022 gjørdist talan um HM-silvur, og í 2016 gjørdist talan um EM-silvur.











