Hetta hevur higartil verið eitt tungt kappingarár hjá Samuel Chukwudi og liðfeløgum hansara í SJK Seinäjoki í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Í dag bragdaði tó hjá SJK, ið megnaði javnleik 1-1 á útivølli móti oddaliðnum, Inter Turku.
Kasper Paananen legði SJK á odda 10 minuttir undan steðginum. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði heimaliðið javnað til 1-1.
Frá Soccerstand fær Samuel karakterin 6,6 (av 10 møguligum). Miðaltalið fyri leikararnar hjá SJK er 6,4.
Hóast góða javnleikin móti oddaliðnum, so er SJK triðaftast í deildini við 10 stigum. SJK hevur átta stig upp til Gnistan, ið er á sætta plássinum, ið gevur rættin til at kappast í ovara endaspælinum aftaná lokið grundspæl.
SJK hevur 10 dystir eftir at leika í grundspælinum. Komandi leygardag klokkan 12 spælir SJK dyst á útivølli móti Ilves.











